Pantíløt á skiljibandi
1. desember 2026

Alt á einum
og sama stað

Tómar øl einastaðni, tómar sodavatn aðrastaðni – hetta er ein farin tíð. Nú fáa Føroyar nýggja pantskipan.

LÆTT AT MINNAST

Útgjaldið er deilt
í tveir bólkar.

50 cl ella minni2 kr.
Meira enn 50 cl4 kr.

Kann eg panta hetta?

Sodavatn, vatn og øl
Djús
Saft
Likørar/sirupur
Vín
Brennivín
Smoothies uttan mjólk
Proteindrykkir uttan mjólk
Hóast einki pant er á,
kunnu flest fløskur
og íløt framvegis latast
inn til endurnýtslu.
Les meira→

Ert tú í iva um pant er á?

Við PANT appini kanst tú skanna strikukoduna og alt fyri eitt síggja, um pant er á fløskuni/ílatinum.

Skanna her→
PANT appin á telefon

Far har tú plagar

82 av 82 pantstøðum · sama hvar í landinum ílatið er keypt

kort við pantstøðum

Pant er endurvinning

Tá tú letur pant innaftur, ert tú við
til at tryggja, at tilfarið verður
endurvunnið og brúkt av nýggjum.
Tú sparir bæði orku, rávørur og
ger mun fyri umhvørvið.

Gott fyri umhvørviðv

Tá tú pantar, hjálpir tú at minka
um dálking og verjir náttúruna.
Minni burturkast endar í
náttúruni, og vit ansa upp á
jørðina, vit liva á.

Minni burturkast

Pantskipanin ger tað lætt at lata
íløt fara aftur í skipanina í staðin
fyri at enda sum rusk. Tí minni
burturkast vit hava, tess reinari
verður okkara umhvørvið.

Tilfeingi í ringrás

Tá íløt verða endurnýtt, heldur
enn brend, verða tey partur av
einari ringrás. Tilfarið verður
savnað, viðgjørt og brúkt aftur
og aftur. Hetta kalla vit
ringbúskapur.

FYRI SØLUSTØÐSkyldur, pantposar,
innsavning og avrokning
Les meira →
FYRI VEITARAR OG SØLUSTØÐSkráset fyritøkuna hjá PANTSkráset →

Ofta spurdir spurningar

Kann eg panta alt?+

Tú kanst fáa pant fyri øll einnýtisíløt, sum hava føroyskt pantmerki og eina strikukotu, ið automaturin kann lesa. Hetta fevnir um góðkendar fløskur og dósir við til dømis sodavatni, vatni, øli, djúsi, saft, víni, brennivíni, smoothies og proteindrykkjum. Mjólkarpakkar, pappíløt, glaskrukkur, sápuíløt og íløt uttan lesiligt pantmerki geva ikki pant, hóast summi teirra kunnu latast til aðra endurnýtslu.

Hvussu nógv fái eg í pant?+

Pantvirðið verður ásett eftir støddini á ílatinum. Íløt, sum rúma 50 cl ella minni, geva 2 krónur í panti. Íløt, sum rúma meira enn 50 cl, geva 4 krónur.

Skal ílatið vera heilt?+

Fløskur og dósir skulu vera so mikið heilar og etikettin má sita á, at pantautomatin kann kenna skapið og lesa strikukotuna. Fløskur uttan etikett ella kroystar dósir, har strikukotan ikki kann lesast, geva onki pant.

Hvar kann eg lata pant inn?+

Tú kanst lata pant inn har tú plagar. Á kortinum sært tú allar skrásettar pantstøðir kring landið. Føroyskir framleiðarar eru bert álagdir at taka ímóti sínum egnu íløtum.

Nær byrjar nýggja pantskipanin?+

Nýggja føroyska pantskipanin byrjar 1. desember 2026.

Hvat geri eg, um strikukotan ikki kann lesast?+

Royn fyrst at venda ílatinum, so strikukotan vendir rætt móti lesaranum, og kanna at ílatið ikki er kroyst ella vátt júst omaná strikukotuni. Ert tú í iva, mást tú seta teg í samband við starvsfólkið á pantstaðnum.

1. desember 2026

Alt á einum
og sama stað

Tómar øl einastaðni, tómar sodavatn aðrastaðni – hetta er ein farin tíð. Nú fáa Føroyar nýggja pantskipan.

Pantíløt á skiljibandi
LÆTT AT MINNAST

Útgjaldið er deilt í tveir bólkar.

50 cl ella minni2 kr.
Meira enn 50 cl4 kr.

Kann eg panta hetta?

Sodavatn, vatn og øl
Djús
Saft
Likørar/sirupur
Vín
Brennivín
Smoothies uttan mjólk
Proteindrykkir uttan mjólk
Hóast einki pant er á, kunnu flest fløskur og íløt framvegis latast inn til endurnýtslu.Les meira→

Ert tú í iva um pant er á?

Við PANT appini kanst tú skanna strikukoduna og alt fyri eitt síggja, um pant er á fløskuni/ílatinum.

Skanna her→PANT appin á telefon

Far har tú plagar

82 av 82 pantstøðum · sama hvar í landinum ílatið er keypt

kort við pantstøðum

Pant er endurvinning

Tá tú letur pant innaftur, ert tú við til at tryggja, at tilfarið verður endurvunnið og brúkt av nýggjum. Tú sparir bæði orku, rávørur og ger mun fyri umhvørvið.

Gott fyri umhvørviðv

Tá tú pantar, hjálpir tú at minka um dálking og verjir náttúruna. Minni burturkast endar í náttúruni, og vit ansa upp á jørðina, vit liva á.

Minni burturkast

Pantskipanin ger tað lætt at lata íløt fara aftur í skipanina í staðin fyri at enda sum rusk. Tí minni burturkast vit hava, tess reinari verður okkara umhvørvið.

Tilfeingi í ringrás

Tá íløt verða endurnýtt, heldur enn brend, verða tey partur av einari ringrás. Tilfarið verður savnað, viðgjørt og brúkt aftur og aftur. Hetta kalla vit ringbúskapur.

FYRI SØLUSTØÐSkyldur, pantposar, innsavning og avrokningLes meira →FYRI VEITARAR OG SØLUSTØÐSkráset fyritøkuna hjá PANTSkráset →