Knýt punktini saman
– starvið kemur fram

Wrong dot Starvið er frítt - skrolla niður 1 2 3 4 5 6 7 8

fá skil á örskapin

Vit leita eftir einum samskipara sum fær ting at henda



Tú ert tann, sum hevur yvirlit – eisini tá alt koyrir full drøn.
Tú dugir at taka avgerðir, flyta uppgávur fram á leið og halda skil á örskapinum.
Og tú veitst, hvat riggar.
Og so trívist tú best, tá tað er eitt sindur av ferð á.


Hvørji eru vit?
Studio örskap er ein design og samskiftisfyritøka.
Vit arbeiða tætt saman við kundum, spyrja nógv, bjóða tí vanliga av og finna loysnir, sum rigga í veruleikanum – ikki bara á pappíri.
Vit arbeiða bæði í Føroyum og uttanlands.
Og okkara kundar vænta ikki bara “OK” – teir vænta nakað, sum situr.

Hvat fert tú at gera?
Tú fert at vera tann, sum knýtur alt saman.
ö Skipar uppgávur og heldur teimum á rættari kós
ö Tosar við kundar, veitarar og okkum innanhýsis
ö Syrgir fyri, at tingini verða gjørd – væl og til tíðina
ö Heintar tilboð, fylgir upp og heldur gongd í


Tú hevur fleiri bóltar í luftini í senn, men tú missir ongantíð takið á teimum.

Vit ímynda okkum at tú dugir at skriva, tú er væl skipað/ur og um tú eisini dugir at hugsa SoMe, strategi og kanska hevur nortið við Google Ads – so er tað bara stórt pluss.
Tú sleppur sjálv/ur at tillaga starvið til tín profil.

Hetta er ikki eitt starv fyri øll.
Men tað er tað rætta starvið til rætta persónin.
Kennir tú teg rakta/n? So eigur tú at søkja.


Um tú hevur spurningar til starvið, ring til Petur á tlf.: 296 296 ella við at senda til teldupost petur@orskap.fo


Umsóknarfreistin til starvið er 30. mai.


Send okkum ein teldupost