Ella ring ella senda okkum ein teldupost.
IRF á G!

Uppgávan var greið: Fáa stubbarnar burtur av sandinum á G!
Saman við IRF mentu vit konseptið Sóljurnar hjá IRF – eitt sjónligt og jaligt átak, sum skuldi gera tað lætt og eitt sindur stuttligt hjá festivalgestum at beina stubbar og snúsposar burtur á rættan hátt.
Vit mentu konsept, visuella samleikan og samskiftið kring átakið – frá skelting og kunning á festivaløkinum til tilfar til sosialar og siðbundnar miðlar. Á sjálvum festivalinum varð dentur lagdur á stóra sjónligheit og einfaldar nudge-loysnir, sum mintu gestirnar á at beina burturkastið rætt.
Átakið varð sera væl móttikið. Umleið 5.000 stubbar og snúsposar endaðu í rørunum, og 885 stubba- og snúslummar vórðu býttir út.
Eitt einfalt konsept við einum greiðum endamáli: minni rusk á sandinum og størri tilvit um, hvar stubbin endar.







