Hug at læra
ella læra okkum okkurt?

Vit leita eftir einum grafikaralærlingi, sum hevur eyga fyri sniði, litum, typografi og góðum hugskotum.

Hjá Studio örskap fært tú møguleikan at læra handverkið við veruligum uppgávum – frá brygging av hugskotum til samleikar og branding, átøk, sosialar miðlar, heimasíður, film og animatión.

Vit vænta ikki, at tú dugir alt. Men vit vænta, at tú ert forvitin, kreativ/ur, tekur initiativ og hevur hug at gerast ordiliga góð/ur. Og vit eru ikki ov fín til at læra okkurt av tær eisini :)

Tú kemur at arbeiða saman við royndum kreativum fólki, fáa ábyrgd og sleppa at royna teg á nógvum ymiskum uppgávum.

Kundi tú hugsað tær at roynt eitt sindur av örskapi saman við okkum?

Send okkum eina umsókn og kanska nøkur dømi um okkurt, tú hevur gjørt, á studio@orskap.fo

Umsóknarfreistin er 1. oktober 2026.

Talan er um eitt lærupláss sum miðlagrafikari – ein útbúgving, sum tekur 4 ár.
Skúlatíðin er í Danmark.

Spurningar kunnu setast til
petur@orskap.fo ella tú ringur á tlf.: 296 296.