Tómar øl einastaðni, tómar sodavatn aðrastaðni – hetta er ein farin tíð. Nú fáa Føroyar nýggja pantskipan.
Hvar kann eg panta?→







Fløskur, dósir og onnur íløt uttan pant kunnu eisini latast til endurvinning, so tilfarið kann fáa nýtt lív.









Fløskur, dósir og onnur íløt uttan pant kunnu eisini latast til endurvinning, so tilfarið kann fáa nýtt lív.
Við PANT appini kanst tú skanna strikukoduna og alt fyri eitt síggja, um pant er á fløskuni/ílatinum.
Skanna her→
82 av 82 pantstøðum · sama hvar í landinum ílatið er keypt

Tá tú letur pant innaftur, ert tú við til at tryggja, at tilfarið verður endurvunnið og brúkt av nýggjum. Tú sparir bæði orku, rávørur og ger mun fyri umhvørvið.
Tá tú pantar, hjálpir tú at minka um dálking og verjir náttúruna. Minni burturkast endar í náttúruni, og vit ansa upp á jørðina, vit liva á.
Pantskipanin ger tað lætt at lata íløt fara aftur í skipanina í staðin fyri at enda sum rusk. Tí minni burturkast vit hava, tess reinari verður okkara umhvørvið.
Tá íløt verða endurnýtt, heldur enn brend, verða tey partur av einari ringrás. Tilfarið verður savnað, viðgjørt og brúkt aftur og aftur. Hetta kalla vit ringbúskapur.
Tú kanst fáa pant fyri øll einnýtisíløt, sum hava føroyskt pantmerki og eina strikukotu, ið automaturin kann lesa. Hetta fevnir um góðkendar fløskur og dósir við til dømis sodavatni, vatni, øli, djúsi, saft, víni, brennivíni, smoothies og proteindrykkjum. Mjólkarpakkar, pappíløt, glaskrukkur, sápuíløt og íløt uttan lesiligt pantmerki geva ikki pant, hóast summi teirra kunnu latast til aðra endurnýtslu.
Pantvirðið verður ásett eftir støddini á ílatinum.
Íløt, sum rúma 50 cl ella minni, geva 2 krónur í panti.
Íløt, sum rúma meira enn 50 cl, geva 4 krónur.
Fløskur og dósir skulu vera so mikið heilar og etikettin má sita á, at pantautomatin kann kenna skapið og lesa strikukotuna. Fløskur uttan etikett ella kroystar dósir, har strikukotan ikki kann lesast, geva onki pant.
Tú kanst lata pant inn har tú plagar. Á kortinum sært tú allar skrásettar pantstøðir kring landið.
Føroyskir framleiðarar eru bert álagdir at taka ímóti sínum egnu íløtum.
Nýggja føroyska pantskipanin byrjar 1. desember 2026.
Royn fyrst at venda ílatinum, so strikukotan vendir rætt móti lesaranum, og kanna at ílatið ikki er kroyst ella vátt júst omaná strikukotuni. Ert tú í iva, mást tú seta teg í samband við starvsfólkið á pantstaðnum.