
Fyri at vera við í pantskipanini skal fyritøkan skrásetast hjá PANT. Tú velur, um tú skrásetir teg sum veitari ella sum sølustað, og fyllir síðani út viðkomandi upplýsingar.
Skrásetingin verður nýtt til umsiting, avrokning og til praktisku handfaringina av pantinum. PANT tekur sær av innsavning og víðari endurvinning ella endurnýtslu.
Plakatir, vegleiðingar og onnur skjøl um pantskipanina – klár at taka niður.
Pantstøðin liggur í Sandavági. Hevur tú ein handil og spurningar um skipanina, ert tú vælkomin at seta teg í samband.