
Tú keypir, drekkur og letur ílatið inn aftur – akkurát sum áður. Munurin er, at nú er tað ein felags skipan fyri allar Føroyar.
Kundin var í stóran mun bundin at handlinum, har ílatið var keypt.
Tú kanst lata brúkt pantíløt inn á hvørjum pantstaði sum helst – óheft av, hvar tey vórðu keypt.
setur vøruna á marknaðin.
selur vøruna til kundan.
letur tóma ílatið inn aftur á einum pantstaði.
syrgir fyri innsavning og endurvinning ella endurnýtslu.
Tú skalt ikki longur fara við tómum ølfløskum einastaðni og sodavatnsfløskum aðrastaðni. Nú kanst tú lata allar fløskur og dósir inn á einum og sama stað.
Pantskipanin er víðkað og tekur nú eisini ímóti fløskum við djúsi, smoothies, proteindrykkjum og likørum.








Fløskur, dósir og onnur íløt uttan pant kunnu eisini latast til endurvinning, so tilfarið kann fáa nýtt lív.









Við PANT appini kanst tú skanna strikukoduna og alt fyri eitt síggja, um pant er á fløskuni/ílatinum.
Skanna her→
Lat øll íløtini inn á einum stað – sama hvar tey eru keypt.